Dóps-/navnagjald
Familjufyrisitingin kann áseta dóps-/navnagjald, umframt vanliga barnagjaldið, um søkt verður um hetta.
Støddin á gjaldinum í sambandi við barnadóp ella at barnið verður navngivið, er sama upphædd sum vanliga barnagjaldið. Søkjast skal um dóps-/navnagjald í seinasta lagi 3 mánaðir eftir, at barnið er doypt ella navngivið.